Sóleyan Lýsir Um Fløtur

作词 : Jens Pauli Heinesen
作曲 : Elin Brimheim Heinesen
Kvøldar á sundi, nátt er í nánd.
Sólin at havgeiri dregur.
Nátarnir flúgva at sovandi strond.
Minnini hava so kalda hond,
ið kínir tær, tá ið tú svevur.

Streymar á sundi, streymar í mær
broddur av drepandi iva,
sum melur í klingur, bønar um svar.
Men dunið út úr gjáunum lær
at okkum, ið elska, ið liva.

Tey spæla bert við okkum, lívsins kor,
tær sælu, lygnandi løtur,
nú lombini leika í grønari skor,
og heimar smildrast við eittans orð,
og sóleyan lýsir um fløtur.
Sóleyan lýsir um fløtur.
📥 下载LRC歌词 📄 下载TXT歌词

支持卡拉OK同步显示,可用记事本编辑